Uttanlands

Sýria: 20 deyð í bumbuálopi

Sunnudagin brast ein sjálvmorðsbumba inni í einari kirkju í Damaskus

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-06-23 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 20 fólk lótu lív, tá ein sjálvmorðsbumba brast inni í einari kirkju í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus í gjár.

Talan var um Sankta-Elias-kirkjuna í Dweila-grannalagnum.

Sambært sýriska heilsumálaráðnum vórðu 52 fólk eisini særd í álopinum, og sambært sýriska innlendismálaráðnum var drápsmaðurin limur í Islamiskum Stati.

Keldur upplýsa, sambært Ritzau, at tveir mans stóðu aftanfyri álopið.

Hetta er fyrsta sjálvmorðsálopið í Damaskus, síðan fyrrverandi forsetin, Bashar al-Assad varð koyrdur frá í desember 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder