Mentan

Swangah eisini á Voxbotn

Skráin er um at taka skap, men nú er greitt, at Swangah eisini kemur at framføra í Vágsbotni 25. juni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-03 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skráin til Voxbotn er um at taka skap, og fleiri stór nøvn eru á skránni 25. juni 2022. 

Fyrireikararnir kunngera í dag, at eisini rappkongarnir úr Svanga koma at seta lív í fjøldina í Vágsbotni tann 25. juni. 

- Teir fara at borðreiða við einum braki av einari framførslu, og rútmurnar fara at skola yvir fjøldina í Vágsbotni. Ger klárt til eina gigantiska hip-hop veitslu, tá Swangah fer at oysa sínar rútmur og rím yvir okkum á Okkara Voxbotn. Kom og flippa til “Gentan er farlig” og “Millumfingurrapp” og ikki minst “Frá bygd til bý”. Tað verður orkumikið, tá Swangah trínur á pallin, og vit lova, at tað verður ein rimmar veitsla, tá Voxbotn fer út til alt Føroyar, verður sagt.

Eisini fara Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag, Týr og Safir á pall á konsertdegnum í Vágsbotni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder