Uttanlands

SVT: Framgongd á 6,3 prosent hjá Svøríkidemokratunum

Valhølini lótu aftur kl. 19.00 føroyska tíð, og fyribilstøl vísa afturgongd fyri Sosialdemokratarnar

Jimmy Åkesson, formaður fyri Svøríkidemokratarnar

Jimmy Åkesson, formaður fyri Svøríkidemokratarnar

2018-09-09 20:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært kanning hjá SVT, fáa Svøríkidemokratarnir 19,2 prosent av atkvøðunum. Hetta er ein mundandi framgongd í mun til seinasta val, tá flokkurin bert fekk 12,9 prosent av atkvøðunum.

Sambært kanning hjá TV4, er talan um afturgongd hjá sosialdemokratunum, sum fáa 25,4 prosent av atkvøðunum. Tað er ein afturgongd uppá 5,8 prosent. Í 2014 fingu sosialdemokratarnir 31,2 prosent av atkvøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder