Uttanlands

Svøríki setir strangt savningarbann í verk

- Tað riggar ikki longur við við ráðum og tilmælum, sigur svenski forsætisráðharrin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-16 15:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svøríki herðir nú tiltøkini fyri at forða koronasmittuni at spjaða seg. Frá komandi týsdegi at rokna verður ikki loyvt at savnast fleiri enn átta persónar til almenn tiltøk.

Tað hevur Stefan Löfven, forsætisráðharri, boðað frá á einum tíðindafundi á netinum í dag.

- Hetta er eini týðulig boð til øll í okkara landi um hvat verður galdandi í komandi tíðum. Farið ikki í fimleikahøll, farið ikki á bókasavn og skipið ikki fyri døgurðaveitslum har heima, sigur Stefan Löfven.

Boðini koma eftir at Svøríki hevur upplivað stóran vøkstur í talinum av smittaðum. Eisini talið av deyðum koronasjúklingum er nógv økt seinastu vikurnar, skrivar Ritzau.

Svøríki hevur fyrr havt eina strategi, har tey ístaðin fyri umfatandi steingingar og savningarbann, stólaðu upp á áheitanirnar um at halda frástøðu og halda gott reinføri.

Henda strategi heldur ikki longur, sambært Stefan Löfven.

- Vit komu langt við ráðum og tilmælum í vár, men nú verða hesi ikki hildin í sama mun.

- Nú bugu vit seta í verk bann og avmarkingar fyri at bróta gongdina, sigur forsætisráðharrin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder