Uttanlands

Svenski forsætisráðharrin viðurkent tapið

Svenska valið er avgjørt og blái blokkurin hevur meirlutan

Hetta verður helst nýggi forsætisráðharrin í Svøríki. Ulf Kristersson (Mynd: EPA)

Hetta verður helst nýggi forsætisráðharrin í Svøríki. Ulf Kristersson (Mynd: EPA)

2022-09-14 19:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tær seinastu atkvøðurnar eru nú taldar, og úrslitið er nú greitt. Blái blokkurin vann valið í Svøríki og fekk 176 tingsessir í mun til 173 til reyða blokkin.

Núverandi svenski forsætismálaráðharrin, Magdalena Andersson, hevur í kvøld viðgingið tapið.

- Eg fari í morgin at biðja um eina uppsøgn sum forsætisráðharrin og ábyrgdin fyri hvat hendir víðari fer til formannin og Tjóðtingið, segði Magdalena Andersson.

Tað merkir, at borgarligi flokkurin Moderaterne við Ulf Kristersson á odda, fær høvi at royna at skipa stjórn við honum sum forsætisráðharra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder