Innanlands

Sunniva Samson Sigurdardóttir vart ph.d. á Göteborg Universitet

Sunniva hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institutionen för kemi och molekylärbiologi og skrivaði uppgávu um at menna nýggjar hættir at finna heilivág ímóti smittuelvandi sjúkum á Göteborg Universitet. 

Á myndini er Sunniva saman við foreldrum og systrunum beint eftir verjuna. Frá vinstru: Eydna, Jensa, Sunniva, Sigurd og Marita (Mynd: privatmynd/gransking.fo)

Á myndini er Sunniva saman við foreldrum og systrunum beint eftir verjuna. Frá vinstru: Eydna, Jensa, Sunniva, Sigurd og Marita (Mynd: privatmynd/gransking.fo)

2026-06-12 09:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 28 mai vardi Sunniva Samson Sigurdardóttir ph.d.-ritgerð sína á Göteborg Universitet. 

Stóra uppgávan snúði seg um at menna nýggjar hættir at finna heilivág ímóti smittuelvandi sjúkum.

Ritgerðin ber heiti: ”Investigating drug targets in infectious diseases with genetically engineered yeast systems”

Hetta skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari. 

Sunniva hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institutionen för kemi och molekylärbiologi (Deildin fyri evnis- og mýlalívfrøði) á Göteborgs Universiteti.

Per Sunnerhagen, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari. 

Í metingarnevndini vóru: Martin Ott, professari á Institute of Biomedicine, Göteborgs Universitet
Rhona Cox, AstraZeneca Research and Early Development, Göteborg
Florian David, dosentur, á Life Science, Chalmers University of Technology, Göteborg

Sunniva Samson Sigurdardóttir hevur arbeitt við at menna nýggjar hættir at finna heilivág ímóti smittuelvandi sjúkum. Upprunaliga var ætlanin at bara hyggja eftir parasittum, serliga Plasmodium ættini, sum elvir til malaria, men Sunniva byrjaði sín ph.d. lestur í 2020, tá koronafarsóttin legði allan heimin lamnan. Og hetta hevði sína ávirkan, staðfestir gransking.fo.

- Tískil fór hon sum tað fyrsta í holtur við eina verkætlan um koronu, og seinni fekk hon høvi at arbeiða við malariaparasittinum, har hon millum annað arbeiddi eitt tíðarskeið á Universitetinum í São Paulo, Brasilia. Felags fyri allar partar í ritgerðini er, at hon brúkti gersoppin Saccharomyces cerevisiae, - sum tey flestu kenna frá súrdeiggi og ølbrygging - og ílegutillagaði (genmodifiseraði) hann til eina livandi verksmiðju fyri at kanna heilivág.

Til ber at lesa meira um ph.d uppgávuna á gransking.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder