Innanlands

Summartónar aftur í Vági

Uni Debess & The Tomcats, Larceny, og Norðan vitja. Lagt verður fyri seinni í mánaðinum

2026-05-05 19:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár verða Summartónar í Vági. Tað verða trýggjar konsertir á ymiskum spælistøðum í bygdini.

Fyrsta konsertin er ein blúskonsert, sum verður í Stóra Pakkhús seinni í mai.

Uni Debess & The Tomcats bjóða til eitt kvøld, har nýggir tónar møta tí feita blues-soundinum, sum eyðkennir bólkin. Teir spæla spildurnýtt tilfar, som ongantíð er framført live áður.

Næsta konsertin verður í Vágs kirkju 5. Juli kl. 15.00 við Larceny. Larceny er ein kvintett, ið spælir nútímans jazz við íblástri frá New York, norðanlondum og ECM Records.

Seinasta summartóna konsertin í ár verður sunnudagin 13. septembur í Ruth Smith savninum. Tað er Norðan, sum eru Angelika Hansen (violin), Thomas Loefke (harpa).

Konsertin byrjar klokkan15.00 og er ókeypis.

Summartónar byrjað í mai og enda í septembur. Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld við Kristiani Black á odda, sum stendur fyri Summartónum. Summartónar fekk í 2024 FMA-heiðurin sum Ársins átak í 2024.  

Vágs Kommuna er ein av stuðlunum hjá Summartónum.

Skráin hjá Summartónum sæst talgilt her

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder