
Filmurin ”Summarbókin” byggir á mest lisnu søguna, ætlað vaksnum, sum finska Tove Jansson (1914-2001) skrivaði í 1972. Annika Dalsgaard, ið vit kenna frá Gentuvesinum, fer at innleiða sýningina, sum verður mikudagin.
Annika hevur eisini týtt fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags, og givið út stuttsøgur og yrkingar síðani hon var sekstan ára gomul.
”Summarbókin” er ein gandakend og tó verulig søga, ið ikki er um Mumitrøll, men um gentuna Sophiu og ommuna, her leikt av Glenn Close, eitt summar á eini lítlari óbygdari í oyggj í finska skergarðinum.
”Summarbókin” er eitt kamarspæl, sum í skugganum av at mamman nýliga er deyð, lýsir trý ættarlið: barnið Sophia (Emily Matthews), pápan (Anders Danielsen Lie) og ommuna (Glenn Close). Millum barnið og ommuna tekur eitt sjáldsamt og inniligt vinalag seg upp. Samstundis verður lívið og gerandisdagurin á oynni stýrt av skiftandi veðrinum.
Íslendski Ingvar Sigurdsson er eisini við í enskt mælta filminum.
Filmsfelagið hevur fyrr víst væleydnaða biografiska spælifilmin ”Tove”, har finska Zaida Bergroth lýsti Tove Jansson sjálva.
Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962. Tann biografurin er í dag hin einasti í landinum. Filmsfelagið virkar fyri at seta listaliga áhugaverdan film á skrá.
Næsta sýning í Filmsfelagnum er virðislønti norski filmurin ”Kærleiki”, sum er hin seinasti í trípartarøðini hjá Dag Johan Haugerud. Birita Lamhauge Jóansdóttir fer at innleiða ta sýningina. Atgongumerkjasølan er byrjað og sýningin er, eins og allar hjá Filmsfelagnum, almenn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald