Uttanlands

Suka K. Frederiksen deyð

Fyrrverandi grønlendska landsstýriskvinnan fekk staðfest krabbamein í 2017 – Hon andaðist eftir longri sjúkralegu, 55 ára gomul

Suka K. Frederiksen (Mynd: Sermitsiaq)

Suka K. Frederiksen (Mynd: Sermitsiaq)

2020-07-22 09:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grønlendski politikarin Suka K. Frederiksen, er deyð.

Hon andaðist eftir longri sjúkralegu, 55 ára gomul. Tað váttar familja hennara fyri Sermitsiaq.

Hon varð vald inn í grønlendska landstingið í 2014 við 172 persónligum atkvøðum. Í 2017 gjørdist hon landsstýriskvinna í uttanríkismálum, og í august sama árið fekk hon staðfest krabbamein í tunguni. Hon stillaði ikki upp til afturval í 2018.

Í 2018 greiddi hon eisini frá í samrøðu við Sermitsiaq, at hon var í ferð við at skriva eina handbók um krabbamein til tey, sum vórðu rakt av krabbameini, og teirra avvarðandi.

Orsøkin var, segði hon, at hon var vónvikin um, hvussu lítið av kunning um krabbamein var tøkt á grønlendskum.

Í 2019 tók hon eisini stig til eina undirskriftainnsavning. Hon helt, at grønlendingar, sum stríddust við krabbamein, áttu at havt eitt talsfólk, sum kundi tala teirra vegna og varpa ljós á rættindini og áhugamálini hjá teimum sjúku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder