Innanlands

Suðuroyggin verður enn grønari

Vindmyllurnar hjá SEV, sum skulu setast upp í Porkerishaganum liggja nú á Drelnesi – Fyrsta myllan byrjar eftir ætlan at framleiða elorku inná netið hjá SEV í heyst

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2020-07-20 19:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum liggur farmaskip á Drelnesi við vindmyllunum hjá SEV, sum skulu uppsetast í Porkerishaganum. Tvøroyrar kommuna heitur í hesum sambandi á øll ferðandi, um at vera serliga ansin í ferðsluni, nú nóg stór og tung akfør koma at koyra til og frá Drelnes.

Articon hevur staðið fyri arbeiðnum at gera atkomuveg og gera økið klárt í Porkerishaganum til uppseting av vindmyllunum, og hevur eisini verið nógv virksemi á Drelnesi seinastu vikurnar, har Articon m.a. hevur uppsett eina betongblandistøð, ið hevur blandað betong til endamálið.

Tær sjey myllurnar á tilsamans 6,3 MW verða settar upp saman við eini battarískipan og einum synkronkompensatori, sum skulu verða við til at javna elorkuna, ið fingin verður til høldar frá vindmyllunum, og harvið tryggja, at varðveita veitingartrygdina í økinum, sigur SEV.

Battarískipanin í Porkeri verður serstøk við tað, at hon hevur eins stóran mátt og vindmyllulundin sjálv. Endamálið við battarískipanini og synkronkompensatorinum er fyrst og fremst at javna vindin, sum fer út á netið, men støddin á battarískipanini merkir, at hon eisini kann virka sum tiltaksverk til tiðir í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum, um vindorkan brádliga minkar.

Sostatt er ætlanin, at SEV til tíðir fer at sløkkja motorarnar á Vágsverkinum, tá nóg mikið av vindi er, heldur enn at hava teir gangandi til reiðar at taka yvir, um vindurin brádliga minkar

Ein verkætlan í ES høpi er í umbúnað, sum fegin vil nýta vindmyllulundina í Porkerishaganum og elnetið í Suðuroy sum ítøkiliga roynd í teirra granskingararbeiði, orsakað av teimum møguleikunum, sum nýggja samansetingin í
Suðuroy gevur, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Elorkan í Suðuroynni er leys av meginøkinum og vindmyllulundin í Porkerishaganum fer saman við battarískipanini væntandi at framleiða 20GWt um árið, t.e. streym svarandi til nýtsluna hjá umleið 4.000 vanligum húsarhaldum.

Verkætlanin fer harvið væntandi at minka um oljunýtsluna til elframleiðsluna í oynni við 4.300 tonsum.

Vindfelagið Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, vann kappingina um loyvi at byggja vindmyllulundina í Porkerishaganum í kapping við hollendskt felag.

Eftir ætlan byrjar fyrsta myllan at framleiða elorku inn á netið í Suðuroy í september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder