- Tað er nokso vanligt at fara út yvir freistina uttan at útseta hana, um man veruliga í gongd. Vit eru í gongd, og eg vænti, at eg fái tað mesta, sum manglar, í kvøld. Høvuðsáltiið er latið andstøðuni. So hevur onkur eitt broytingaruppskot og onkur egnar viðmerkingar, og tað er tað arbeiðið, ið er í gongd. Vit gera síðani støðuna upp í sambandi við fíggjarnevndfundin í morgin. Síðani skal alt setast upp - tekniskt.
Hvussu leingi hetta arbeiðið tekur, veit Eyðgunn Samuelsen ikki við vissu. Tað veldst millum annað um, hvussu nógv tilfar forkvinnan í Fíggjarnevndini fær inn í kvøld. Men hon satsar uppá, at álitið um Suðuroyartunnilin verður lagt fram skjótt - men vónandi skjótt í morgin.
Freistin er annars í dag, mikudag, men ikki óvæntað er álitið nakað seinkað. Eyðgunn Samuelsen satsar tó uppá, at tað kann leggjast fram seint á tingfundinum í morgin, hósdagin 19. februar.
- Vit hava havt eina rúgvu av hoyringum - eisini í januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald