2023-10-23 12:59
            
        
        
                
            Eftir at evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin í september enn eina ferð hækkaðu leiðandi rentuna við 0,25 %-stigum, hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini út- og innlánsrenturnar.
Tað boðar bankin frá í tíðindaskrivi.
Útlánsrenturnar hækka við upp til 0,25%-stigum p.a fyri bæði privat- og vinnukundar, og innlánsrenturnar hækka við upp til 0,50%-stigum p.a fyri bæði privat- og vinnukundar. 
Rentubroytingarnar koma í gildi 6. desember 2023. 
Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi, skrivar Suðuroyar Sparikassi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald