Innanlands

Suðuroyar Sparikassi hevði 4,6 milliónir krónur í yvirskoti í 2025

Hetta er eitt betri ársúrslit enn væntað og eitt lítið vet betri enn tað í 2024. Maritu Gunnarstein er nýggj í nevndini í Suðuroyar Sparikassi

2026-04-30 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir ársrokniskapir verða almannakunngjørdir í hesum døgum, og í dag er Suðuroyar Sparikassi komin út við sínum ársúrsliti fyri 2025.

Hetta er nakað betri enn væntað: Roknað varð við 4,5 milliónum krónum áðrenn skatt, men úrslitið gjørdist eitt yvirskot á 4,6 milliónir krónur eftir skatt.

Í 2024 var talið 4,5 millónir eftir skat.

- Vit eru nøgd við ársúrslitið í 2025. Í 2026 vænta vit, at kundar aftur fara at velja realkredittfígging, tí fyri flestu kundar er realkredittfígging tað besta lánið til bústaðarfígging. Væntaða ársúrslitið fyri 2026 er 4,2 mió. kr. áðrenn skatt”, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.

Úrslitið er merkt av afturføringum av niðurskrivingum og kursvinningi, men árið hevur eisini verið merkt av hægri útreiðslum til KT og lægri rentuinntøkum, staðfestir Suðuroyar Sparkikassi á heimasíðu sínari.

- Munurin millum tað væntaða úrslitið og endaliga úrslitið fyri skatt stendst í høvuðsheitum av áðurnevndu afturføringum av niðurskrivingum og stórum virðisbrævavinningi frá sølu av partabrøvunum av SDC til NetCompany

Les ársfrágreiðingina her

Ársrokniskapurin varð lagdur fram á aðalfundinum mikudagin 29. apríl. Har var eisini onkur broyting í nevndini: Marita Gunnarstein er nýggj í nevndini. Hon avloysir Anna Borg Dahl.

- Rúni Joensen og Niels Johannessen vórðu afturvaldir. Anna Borg Dahl, ið Suðuroyargrunnurin hevur tilnevnt seinastu trý árini, stillaði ikki uppaftur. Suðuroyargrunnurin hevði tilnevnt Maritu Gunnarstein til nýggjan nevndarlim.

Nevndin í Suðuroyar Sparikassin skeyt upp at útluta 800 t.kr. í vinningsbýti. Hetta samtykti aðalfundurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder