Uttanlands

Sturgeon: Skotland fær fullveldi um fá ár

Fyrstiráðharrin væntar, at nýggj fólkaatkvøða um fullveldi skal haldast eftir Brexit

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-02-11 09:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skotski forsætisráðharrin, ella fyrstiráðharrin, tey kalla, Nicola Sturgeon, váttar nú, at skotska stjórnin ætlar at halda eina nýggja fólkaatkvøðu um skotskt fullveldi eftir at endalig avtala er gjørd um at lima Bretetland út úr ES-samveldinum.

Skotski fyrstiráðharrin var um vikuskiftið gestur í einum amerikanskum talk-showi, og her segði hon, at tað mest sannlíka er, at ein nýggj fólkaatkvøða – sokallaða IndyRef2 – verður hildin innan fyri fimm ár, skrivar blaðið The Scotsman.

Mikið kjak hevur verið millum skotsk tjóðskaparfólk í seinastuni um eina nýggja fólkaatkvøðu. Summi heita á stjórnina um at hava atkvøðugreiðsluna longu í ár, meðan onnur mæla til at fara meira hóvliga fram.

Sturgeon var gestur hjá Michel Martin í sendingini Amanpour & Company á CNN. Spurd um hon roknar við, at Skotland fer at søkja um ES-limaskap innan fyri komandi trý til fimm árini, svaraði hon, at tað roknar hon við:

- Mær dámar ikki at seta eina tíðarætlan á, men er rokni við, at innan alt ov leingi verður Skotland eitt sjálvstøðugt land, sum fer at søkja um limaskap í ES og royna at fáa sæti í ST, segði hon.

Hon ivast ikki í, at skotar fara at atkvøða fyri fullveldi, um ein nýggj fólkaatkvøða verður hildin, sum avleiðing av Brexit. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder