Innanlands

Stuldur í fleiri handlum í Havn hósdagin

Í tveimum førum var tað eitt útlendskt ferðafólk, sum stjól ymiskt. Her er útvísing uppá tal - í einum øðrum førum var talan um ungdómar.

2026-08-28 09:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er óvanliga nógv á politirapportini fyri seinasta samdøgrið, og millum annað vóru trý mál um stuldur - øll í høvuðsstaðnum.

Fyrst var talan um ungdóm, sum høvdu stolið "smáting" í einum handli. Har bar til at síggja, hvørji gjørdu hetta, og nú skal greiða fáast á, hvør revsingin verður hjá ungdóminum.

Í tveimum øðrum førum hevði eitt ferðafólk stolið: Fyrst eina blusu og nakað seinni aðrar vørur - í einum øðrum handli.

Talan er um útlending, og tískil er eitt slag av útvísing í nøkur ár uppá tal. Annars fært viðkomandi bót og krav um endurgjald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder