Innanlands

Stuðul latin til sjey vísindaligar útgávur

Samanlagt vóru beint yvir 50.000 krónur latnar í stuðli. Skipanin er serliga ætlað yngri granskarum - hesaferð verður granskað í øllum frá grindahvalum til koronu

Herímillum eru fleiri ph.d. verkætlanir, ið hava fingið stuðul. Talan er um føroyskar grankarar, sum í summum førum samstarva við útlendskar granskarar (Mynd: gransking.fo)

Herímillum eru fleiri ph.d. verkætlanir, ið hava fingið stuðul. Talan er um føroyskar grankarar, sum í summum førum samstarva við útlendskar granskarar (Mynd: gransking.fo)

2025-07-09 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Granskingarráðið lat í juni stuðul til útgávu av sjey javnlíkamettum vísindagreinum í Open Access tíðarritum.

Tilsamans eru slakar 53.000 kr. latnar í stuðli til hetta.

Herímillum eru fleiri ph.d. verkætlanir, ið hava fingið stuðul. Talan er um føroyskar grankarar, sum í summum førum samstarva við útlendskar granskarar.

Millum evnini eru omikron-frábrigdi av koronu, hvussu miðlar viðgerða dálking í grindahvalum í Føroyu, og hvussu sukursjúka verður viðgjørd í heldur fjarskotnum økjum.

Stuðulsskipanin til útgávu av vísindaverkum, ið Granskingarráðið umsitur, er serliga ætlað yngri granskarum, sum eru ávegis at fóta sær sum granskarar, t.d. við ph.d.-verkætlan. Stuðulin til útgávu av vísindaligari grein kann í mesta lagi verða 8.000 kr.

Yvirlit yvir vísindagreinar, ið hava fingið stuðul frá skipanini, sæst her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder