Innanlands

Stroyma nýggjárshald í Runavík

Kyndlagonga, røða og fýrverk verður á skránni, men fyrireikarnir leggja ikki upp til eitt stórt alment tiltak

Mynd: Petur Martin Solmunde

Mynd: Petur Martin Solmunde

2020-12-30 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gamlaárskvøld er vanligt, at stór tiltøk eru kring landið, har ymiskt er á skránni fyri at marka, at farið verður inn í eitt nýtt ár, og har nógv fólk savnast. Soleiðis verður ikki í ár orsakað av koronastøðuni.

Nýggjársnevndin á Tvøroyri boðaði í gjár frá, at tað mesta sum ætlað var at skipa fyri er avlýst, og einki nýggjárshald verður heldur á Toftum, tó at fýrverk verður skotið

Les eisini: Avlýsa alt uttan fýrverkið á Tvøroyri 

Nýggjársnevndin í Runavík boðar frá, at hon aftur í ár skipar fyri felags nýggjárshaldi. Tó er ikki ætlanin, at nógv fólk skulu savnast. 

Kyndlaberararnir møtast klokkan ellivu, og kyndlagongunar byrja frá Æðugøtu, Argisbrekku og frá Glyvra skúla. Gingið verður til ráðhúsið, har byrjað verður á miðnátt. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu, og aftaná verður fýrverk skotið.

Tó at nógv fólk ikki fara at møta upp, so ber til at fylgja væl við í frástøðu:

-Í mun til íkomnu koronustøðuna í landinum leggja fyrireikarnir ikki upp til eitt stórt alment tiltak. Tískil verður tiltakið í ár stroymt á facebookvanganum hjá Runavíkar kommunu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder