Uttanlands

Streym allan sólarringin á Fair Isle

Mest fjarskotna búsetingin á bretsku oyggjunum fegnast nú um at hava fingin nýggja ravmagnsskipan

Nýggju vindmyllurnar á Fair Isle (Mynd: shetnews.co.uk)

Nýggju vindmyllurnar á Fair Isle (Mynd: shetnews.co.uk)

2018-10-12 15:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á fjarskotnu hetlendsku oynni Fair Isle, er frøi í hesum. Endiliga hevur mest fjarskotni bústaðurin í Bretlandi fingið ravmagn allan sólarringin.

Higartil hevur tað verið so, at teir umleið 55 íbúgvarnir á oynni bert hava havt streym um dagin. Til niðurfaringartíð klokkan hálvgun tólv um kvøldið hevur streymurin verið sløktur fyri ikki at verða tendraður aftur fyrr enn klokkan hálvgun átta um morgunin.

Tað er ravmagnsfelagið Scottish Energy, sum stendur fyri streymveitingini eisini á hesi oynni, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Orknoyar.

Í dag var ætlanin, at skotski ráðharrin fyri orku og samferðslu, Paul Wheelhouse skuldi koma út á Fair Isle fyri alment at seta gongd á nýggjastu íløguna á orkuøkinum fyri 3,5 milliónir pund. Men veðurvánirnar í økinum hava gjørt, at almenna hátíðarhaldið er fyribils útsett, skrivar shetnews.co.uk 

Skipanin hevur annars verið í gongd í nakrar vikur nú.

Talan er um tríggjar 60 kW vindmyllur, ein 50 kW sólorkuskipan og ein battarískipan, ið kann goyma orku svarandi til 50 tímar.

Higartil hevur oyggin havt eina rættiliga slitna skipan frá 1980’unum við bæði vindmyllum og dieselmotorum, men sum ikki koyrdi á náttartíð.

Vónin er nú, at fólk aftur fáa áhuga at búseta seg á Fair Isle. Oyggin hevur so vítt vit vita ikki nakað føroyskt navn, men á norrønum varð hon kallað Frjóey. Íslendingar kalla hana Friðarey, men brúka eisini Fjárey og Frjóey.

Seinastu hundrað árini hevur fólkaminkingin á oynni verið stór. Í dag er oyggin kend fyri sína binding og sum eitt stað, sum er vælumtókt hjá fólki, ið hava áhuga fyri fugli.

Ein fuglakanningarstøð hevur verið á oynni síðan 1948. Kanningarstøðin var seinast útbygd í 2010, so hon nú eisini virkar sum hotel, matstova og skeinkistað. Higartil hevur fuglakanningarstøðin ikki verið knýtt í almenna streymnetið á oynni, men hevur havt egið dieselorkuverk.

Tað var annars vatnveitingin Scottish Water, sum setti ferð á tilgongdina at fáa eina nýggja streymveitingarskipan á oynni.

Scottish Water hevur tveir vatnbrunnar á oynni, men pumpu og reinsiskipanin toldi illa, at streymurin varð brotin av hvørja nátt, og meldaði út, at neyðugt var at hava støðuga streymveiting fyri at kunna veita nóg gott drekkivatn.

Fair Isla liggur 24 fjórðingar suður úr Sumburgh Head í Hetlandi, og 27 fjórðingar norður úr North Ronaldsey í Orknoyggjum.

Ein lítil ferja til 12 ferðafólk røkir sjóvegis sambandið millum oynna og Grutness sunnast á Hetlandi. Siglitúrurin tekur hálvantriðja tíma. Flogsamband er tó hvønn dag tað viðrar við smáum flogførum frá bæði Thingwall flogvøllinum nærhendis Lerwick og frá Sumburg Head.

Sí film um skipanina á Fair Isle á shetnews.co.uk og á BBC 

Les eisini: Chanel gevur hetlendskum sniðgeva umbering 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder