Innanlands

Strandferðslan økir um túratalið hjá Smyrli á jóansøku

Vegna metstóra eftirspurninginum hevur Strandferðslan tikið avgerð um at økja um túratalið hjá Smyrli leygardagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-17 11:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vegna metstóra eftirspurninginum at sleppa á jóansøku hevur Strandferðslan tikið avgerð um at økja um túratalið hjá Smyrli leygardagin.

Á hendan hátt hevur Strandferðslan eisini økt um møguleikarnar at ferðast um suðuroyarfjørð allan leygardagin, og fer hetta vónandi at gera tað enn smidligari hjá jóansøkugestum, ið ynskja at koma suður, skrivar Strandferðslan í tíðindaskrivi.

Broytingin í ferðaætlanini verður hon tískil soleiðis:

Ferðaætlan fyri leygardagin 20. juni:
Tvøroyri → Tórshavn kl. 06:00

Tórshavn → Vágur kl. 08:45

Vágur → Tórshavn kl. 15:00

Tórshavn → Tvøroyri kl. 18:15

Tvøroyri → Tórshavn kl. 21:30

Smyril kemur ikki aftur á Vág á seinna túrunum, men fer av Krambatanga. Eyka busskoyring verður úr Vági til túrin av Krambatanga.

Ferðaætlan fyri sunnudagin 21. juni:
Tórshavn → Tvøroyri kl. 07:00

Tvøroyri → Tórshavn kl. 09:30

Tórshavn → Tvøroyri kl. 12:00

Tvøroyri → Tórshavn kl. 15:30

Tórshavn → Tvøroyri kl. 18:00

Tvøroyri → Tórshavn kl. 21:15

Ferðaætlanin fyri leið 700 og 701 á jóansøku kemur út seinni í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder