placeholder
Innanlands

Strandfaraflotin til viðgerðar

Tjóðveldi skjýtur upp, at skundað verður undir endurnýggjanini av strandfaraskipunum. Málið kemur til viðgerðar í tinginum í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-26 08:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið fer á tingfundi seinnapartin at hava fyrstu viðgerð av einum uppskoti frá Tjóðveldi um at endurnýggja strandfaraflotan.

Tjóðveldið hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, sum snýr seg um at heimila landsstýrinum at brúka upp til 330 milliónir krónur næstu árini til at byggja nýggj strandfaraskip fyri.

Tjóðveldi ynskir, at fýra nýggj skip verða bygd komandi seks árini.

Strandfaraskipini eru flestøll gomul; fleiri av ferjunum eru oman fyri 40 ár, og onkur teirra enntá 50. Skulu treytirnar at liva og virka verða eins kring landið, er eitt gott og dagført ferðasamband ein fortreyt. Borgarar í oyggjunum uttan vegasamband eiga at vita, nær tey kunnu vænta sær tíðarhóskandi skipm, sigur flokkurin millum annað.

Tjóðveldi vísir á, at í langtíðarætlanini hjá samgonguni verður ikki farið undir at smíða nýggja ferju fyrr enn í 2025, og sigur, at so leingi kunnu vit ikki bíða.

Leisturin hjá Tjóðveldi leggur upp til, at Løgtingið longu í ár setur 30 milliónir krónur av til endurnýggjan og 60 milliónir krónurav árliga komandi fimm árini.

Í viðmerkingunum til uppskotið hevur Tjóðveldi eisini gjørt sínar raðfestingar.

Mælt verður til, at 90 til 100 milliónir í fyrstu atløgu verða brúktar til nýtt skip at røkja Nólsoyarleiðina.

Síðan skal byggjast í hesi raðfylgju:

45-50 mió.kr.til eitt nýtt skip til Fugloyar/Svínoyar.
90-100 mió.kr.til eina nýggja kalsoyarferju
45-50 mió.kr.til eina nýggja skúvoyarferju
25-30 mió.kr.til at umbyggja Sam fyri, soleiðis at hann kann verða tað farmaskipið, sum SSL manglar til tær smærru oyggjarnar.

Tjóðveldi mælir til at selja Teistan, tá koyrandi verður til Sandoynna um tvey ár. Teistin verður ikki mettur at vera egnaður at seta inn á øðrum oyggjarutum, skrivar flokkurin í uppskotinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder