Innanlands

Stórur vøkstur í innflutninginum

Føroyski innflutningurin vaks við 35 prosentum í 12 mánaðaskeiðinum frá mars 2022 til februar 2023 í mun til undanfarna skeið

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2023-04-18 11:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mars 2022 til februar 2023 var 12,8 milliardir krónur. Tað eru 3,3 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

Innflutningurin í februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023 samanborið við undanfarna skeið.

Stóri vøksturin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur úr 180 milliónum til 1,6 milliardir. Innflutningurin av brennievni er vaksin 917 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.

Tá skip og flogfør ikki verða tikin við, vaks innflutningurin hetta tíðarskeiðið við 1,9 milliardum úr 9,3 upp í 11,2 milliardir krónur.

Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 332 milliónir krónur ella 53 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutninginum 'til aðra framleiðslur',  stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder