Innanlands

Stórur meiriluti ynskir at fáa danskt cpr-nummar

Helmingurin av føroyingum hevur longu eitt cpr-nummar

(Mynd: cpr.dk)

(Mynd: cpr.dk)

2020-09-11 09:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næstan 70 prosent av føroyingunum halda, at føroyingar skulu kunna fáa danskt cpr-nummar.

Hetta visir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.

Á ársdegnum fyri løgtingsvalið gjørdi Spyr.fo eina veljarakanning, har tað eisini varð spurt um hugburðin til hetta at fáa danskt cpr-nummar, sum er eitt politiskt mál hjá sitandi samgongu, serliga Sambandsflokkinum.

Við eini skráseting í ”Det Centrale Personsregister” í Danmark gerst tað lættari at sleppa ígjøgnum myndugleikaviðgerð, eitt nú í sambandi við sjúkraviðgerð í Danmark, verður víst á.

Helmingurin hevur cpr-nummar
Hóast rættiliga stórt politiskt kjak hevur verið um hetta evnið seinastu tíðina, so er veruleikin tann, at helmingurin av føroyingum longu hava eitt cpr-nummar.

Ein spurningur í kanningini hjá Spyr.fo var um tey hava cpr-nummar, og her svaraðu 50 prosent ja.

Í spurninginum ”Heldur tú, at føroyingar skulu kunna fáa danskt cpr nummar”, svara 69 prosent ja, 19 prosent nei meðan 12 prosent siga seg ikki vita.

Bert tjóðveldisfólk ímóti
Svarini eru eisini sett í mun til politisku sannføringina hjá teimum spurdu.

Og her er tað týðuligt, at tað eru tjóðveldisfólk, sum ikki vilja hava, at føroyingar fáa henda møguleika. 63 prosent av teimum, ið siga seg fara at velja Tjóðveldi siga nei til spurningin og 20 prosent siga ja.

Hjá øllum hinum flokkunum eru tað fleiri, ið siga ja enn nei.

Veljararnir hjá Sambandsflokkinum eru mest sannførdir. 97 prosent siga ja, 3 prosent ivast og ongin svarar nei.

Miðflokkaveljarar eru eisini sannførdir, tí 92 prosent siga ja, men har eru tó eisini nakrir, 3 prosent, sum siga nei.

Fólkafloksveljarar eru meira lunkaðir. 73 prosent siga ja, meðan ja-sigararnir eru nakað fleiri hjá javnaðarveljarunum, har 74 prosent siga ja.

Til sammetingar spurdu vit eisini hvønn lit passið hjá teimum spurdu hevur.

Les: 82 prosent hava reytt pass 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder