placeholder
Uttanlands

Stórur meiriluti fyri loysing í Skotlandi

58 prosent halda nú at Skotland skal loysa vísir nýggj veljarakanning

Meiriluti var fyri framhaldandi sambandi á fólkaatkvøðuni í 2014 (Savnsmynd: EPA)

Meiriluti var fyri framhaldandi sambandi á fólkaatkvøðuni í 2014 (Savnsmynd: EPA)

2020-10-15 09:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein metstórur meiriluti av veljarunum í Skotlandi tekur nú undir við, at landið verður loyst frá Stórabretlandi.

Tað vísir ein veljarakanning frá Ipsos Mori, ið varð almannakunngjørd í gjár.

58 prosent av veljarunum halda, at Skotland skal loysa, meðan 42 prosent halda, at Skotland framhaldandi skal vera partur av felagsskapinum.

Kanningin byggir á svar frá 1.045 fólkum oman fyri 16 ár. Hon varð gjørd frá 2. til 9. oktober.

Í 2014 høvdu skotar møguleika at velja um Skotland framhaldandi skuldi vera partur av felags kongsríkinum, ið eisini umfatar Ongland, Wales og Norðurírland.

45 prosent atkvøddu tá fyri loysing, meðan 55 prosent hildu, at Skotland framhaldi skuldi vera partur av søguliga bretska felagsskapinum.

Ein týðandi próvgrund hjá nei-síðuni tá var, at Skotland fór at missa ES-limaskapin, um landið ikki longur var partur av Stórabretlandi. Síðan hevur Stórabretland meldað seg úr ES.

Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri í Skotlandi hevur lovað, at hon áðrenn mai mánað komandi fer at leggja fram eina ætlan fyri nýggjari fólkaatkvøðu um skotskt sjálvræði – herundir nær hon skal vera.

- Á tjóðartingsvalinum næsta ár fara vit at leggja fram grundgevingar fyri, at Skotland eigur at gerast eitt sjálvstøðugt land. Og vit fara at biðja um at fáa okkara rætt til sjálv at velja landsins framtíð, segði Sturgeon í setanarrøðu síni í skotska tjóðartinginum 1. september.

Tann útsøgnin fall ikki í góða jørð hjá bretska forsætisráðharranum í London, Boris Johnson, skrivar Ritzau. Hann hevur fleiri ferðir víst aftur, at Skotland skal fáa ein nýggjan møguleika at atkvøða um sjálvræði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder