Innanlands

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Átakið Nýskapan í ferðavinnuni er í ár málrættað ferðavinnuni í Nólsoy. Øll ferðavinnuáhugaði hava fingið í boði at luttaka á skeiðinum

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-01-21 18:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu tvey árini hava Hugskotið og Visit Tórshavn skipað fyri átakinum Nýskapan í ferðavinnuni, sum hevur stimbrað undir at menna nógvar nýggjar fyritøkur í ferðavinnuni. Í ár er átakið málrættað ferðavinnuni í Nólsoy, øll ferðavinnuáhugaði hava fingið í boði at luttaka á skeiðinum, og heili sjey forvitnisligar ferðavinnuverkætlanir eru við í átakinum. Komandi seks vikurnar fara Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Nólsoy at arbeiða við at brynja hesar sjey ferðavinnuverkætlanirnar til komandi ferðavinnuár.

Ein ferðavinnuætlan er gjørd fyri Nólsoy, og samsvarar hetta íverksetaraátakið við hesar ætlanirnar um at menna eitt burðardygt ferðavinnugrundarlag, sum skapar virði fyri borgarar og ferðafólk.

Nýskapan í ferðavinnuni er skipað sum ein íverksetaradíkjari - á enskum nevnt “startup accelerator programme”. At átakið er skipað sum ein íverksetaradíkjari, merkir, at verulig ferð verður sett á at menna verkætlanirnar hetta tíðarskeiðið. Luttakandi verkætlanirnar fáa seks skraddaraseymaðar vikur við góðum ráðum frá føroyskum vinnulívsfólki og ráðgeving frá fremstu serfrøðini í ferðavinnu. Luttakararnir fáa harumframt høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan. 

Nýskapan í ferðavinnuni byrjaði 18. januar og heldur fram í seks vikur. Tey, ið taka lut í átakinum eru: Mariann Hansen, Maud Wang Hansen, Terji Rasmussen, Bjarti Thomsen, Anja Hartmann Wardum, Fríðun K. Jacobsen, Hildur Durhuus og Hannes Lesch.

Nýskapan í ferðavinnuni endar við einum braki fríggjadagin 5. mars, har fólk í ferðavinnuni verða boðin til Nólsoyar at royna ymisku tilboðini, sum nú verða ment í oynni.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder