2026-09-04 07:02
Atlantsflog ætlar eisini at bjóða sínum ferðandi skjótt internet.
SAS hevur sett Starlink internet upp í øllum sínum Airbus A320neo flogførum, og harvið kann væntast, at internet er á rutuni hjá flogfelagnum millum Keypmannahavnar og Vágar.
Hjá Atlantic Airways er framvegis einki internet umborð, men arbeitt verður við tí, upplýsir Jóhanna á Bergi fyri FM1.
Sum skilst eru tað í fyrsta umfari tey flogfeløg við nógbum flogførum, sum hava fingið internet sett í, og hini mugu bíða eitt sindur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald