Uttanlands

Stórt virðisfall á amerikanska partabrævamarknaðinum

Hetta var ringasti jólaaftan í Wall Street í søguni

2018-12-25 14:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stórt virðisfall var á amerikanska partabrævamarknaðinum, tá hesin stongdi í gjár. Dow Jones-indekstalið vísti eitt minus á næstan 3 prosent.

Fallið á virðinum er sambært CNBC tað størsta, sum Wall Street nakrantíð hevur havt ein jólaaftan.

Seinasta vikan hevur eisini verið ómetaliga vánalig, og hevur verið tann ringasta í 10 ár. Dow Jones-indekstalið fall við áleið 7 prosentum hesa vikuna.

Sambært BBC nærkast amerikanski filmsídnaðurin sínum ringasta desember mánaða síðani 1931, tá stóra fíggjarkreppan valdaði.

Donald Trump, forseti í USA, er farin til knappaborðið, har hann á Twitter hevur skrivað, at stóri trupulleikin er meginbankin, sum ikki skilir marknaðin. Meginbankin hækkaði rentuna mikudagin og hevur givið tekin um, at hon møguliga verður hækka tvær ferðir afturat komandi árið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder