Uttanlands

Størsti jarðskjálvtin í USA síðan 1965

Í nátt varð amerikanski staturin Alaska raktur av einum jarðskjálvta, sum verður mettur at vera ein av teimum størstu, sum nakrantíð eru skrásettir í USA

(Mynd: Google/CNN)

(Mynd: Google/CNN)

2021-07-29 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski staturin Alaska varð í gjárkvøldið (stutt eftir klokkan 22, lokaltíð) raktur av einum jarðskjálvta, sum verður mettur at vera ein av teimum størstu skjálvtunum, sum nakrantíð eru skrásettir í USA.

Skjálvtin varð máldur 8,2 100 kilometrar frá býnum Perryville.

Ávarað hevur verið um eina møguliga flóðaldu í ávísum økjum av statinum orsakað av hesum, men higartil hava ongar fráboðanir verið um skaða ella fólk, sum eru vorðin særd, skrivar Ritzau.

Hesin jarðskjálvtin er tann ógvusligasti, sum er máldur í USA síðan 1965, sambært US Geological Survey (USGS). Samstundis er hann á topp 10-listanum yvir størstu jarðskjálvtar, sum nakrantíð eru skrásettir í landinum.

Jarðskjálvtin rakti hálvoynna hjá Alaksa uml. 800 kilometrar frá Anchorage, ið er størsti býur í statinum. Har búgva uml. 300.000 fólk.

Meginparturin av størstu jarðskjálvtunum, sum eru skrásettir í USA, hava verið í Alaska. Tann størsti var í 1964. Hann varð máldur til 9,2, og kravdi tá yvir 250 mannalív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder