Klaksvíkar kommuna: Ein nýggj og umfatandi bústaðarútstykking undir Fossum í Klaksvík er nú komin eitt týðandi fet nærri veruleikanum.
Á býráðsfundi hóskvøldið 27. november 2025 samtykti býráðið einmælt at bjóða út eitt stórt lendi á Fossum til bústaðabyggingar.Útboðið snúði seg um eitt øki, sum er ætlað til eina størri bústaðarverkætlan við uml. 150 búeindum.
Tá freistin at lata tilboð var freistin var farin, var eitt tilboð komið inn, og tað var frá byggifelagnum Articon.
Articon hevur lagt uppskotið fram fyri býráðnum, og tað fevnir um eina fjølbroytta og skalerbera bústaðarverkætlan, sum í stóran mun tekur støði í náttúruni í økinum og tí ráa og opna lendinum í økinum.
Í verkætlanin eru ymiskar støddir av búeindum, og kann verkætlanin fremjast í trimum byggistigum – ella verða bygd í einum, alt eftir hvussu stórur eftirspurningur er. Um gongdin í málinum verður góð, metir Articon, at arbeiðið kann byrja longu eftir summarfrítíðina.
![]()
Klaksvíkar býráð og Articon fara nú undir samráðingar um nakrar tættir í uppskotinum, og eftir ætlan skal eitt endaligt uppskot leggjast fyri býráðið í mai mánað, sigur Klaksvíkar kommuna.
Verkætlanin á Fossum verður ein av størstu einstøku bústaðarútbyggingunum í Klaksvík í nýggjari tíð og telur 150 búeindir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald