Mentan

Stórfingin, áhugaverd, forvitnislig og skemtilig vitjan úr Íslandi 

Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi stjórnarleiðari, og sangarin Jógvan Hansen, eru millum teirra, sum eru við í áhugaverdum tiltaki, sum Norrøna Felagið skipar fyri

Katrín Jakobsdóttir (Savnsmynd: EPA)

Katrín Jakobsdóttir (Savnsmynd: EPA)

2025-08-26 10:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðkvinna og mentamálakvinna í Íslandi vitjar í Føroyum í vikuskiftinum 12. og 13. september. Afturat sær hevur hon formannin í íslendska Norrøna felagnum og ADHD-felagnum, Hrannar Arnarsson, og Jógvan Hansen, skemtara og tónleikara, eisini kendur í Íslandi sum ”føroyingurin í Reykjavík”.

Norrøna felagið skipar fyri einum tiltaki í hesum sambandi, har tey trý í gaman og álvara fara at greiða frá og undirhalda okkum um Ísland, og um íslendingin, sum hann er og hevur tað í dag.

Vit verða kunnað um avbjóðingar, tey ungu og eldru hava í íslendska vælferðarsamfelagnum. Vit fara at hoyra um íslendska mentan og list, og um politikk og búskap. Og ikki minst um, hvørjar væntanir íslendska fólkið hevur til sína framtíð.

Tiltakið verður i Skálanum í Norðurlandahúsinum leygardagin 13. september kl. 14 til umleið 16:45. Tiltakið er alment, og meldað verður til á heimasíðuni hjá Norrøna felagnum, norden.fo.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder