- Tað verður einki gjørt við grindina, sum í løtuni sæst út fyri Leirvík, sigur Kári Thorsteinsson, sýslumaður.
Í tveimum førum var í gjár boðað frá grind út fyri Tjørnuvík og út fyri Leirvík.
Og aftur fyrrapartin verður sagt frá grind út fyri Leirvík. Mett verður, at tað er ein rættiliga stór grind, sum kanska telur omanfyri 500 hvalir.
Men hon sleppur at svimja víðari, tí mett verður, at nokk av grind er norðanfjørðs.
- Grindin er so stór, og vit eru vísir í, at alt ikki verður tikið upp. Áhugin fyri grind hesa tíðina er heldur ikki líka stórur, so tað ger einki um man steðgar á, sigur Kári Thorsteinsson.
27. mai vóru trý dráp. 402 hvalir løgdu beinini í Sandagerði í Havn, 170 springarar á Skálafjørðinum og 132 springarar í Hvalvík/Streymnesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald