2026-05-27 18:11
Grindin, sum varð funnin við Kaldbaksnes seinnapartin er stór. Mett verður at hon er millum 300 og 400 hval, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá sýslumanninum.
Sýslumaðurin ger umvegis løgregluna vart við, at øll óviðkomandi – tað er fólk og bátar, sum ikki eru við í rakstrinum – skulu halda seg minst ein fjórðing grindini. Frástøðan um ein fjórðing er eisini galdandi uppeftir – tað vil siga, dronur og annað flúgvandi.
Í Sandagerði verður grindaøkið eisini avbyrgt fyri óviðkomandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald