Summar Festivalurin byrjar í dag. Byrjað verður við lívligari og litríkari skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum og heim í Silvaland klokkan 15.
Fyrsta konsertin í kvøld verður á Torginum klokkan 19, tá ið Maria Ronnisdóttir á Heygum fer at framføra.
Klokkan 22 verður stór 20 ára jubileumskonsert hjá Summar Festivalinum á Vágsbøi. Tá fara umleið 20 sangarar og tónleikarar at framføra. Eitt nú skulu Paul Watchorn, Lena Anderssen, Ingi Poulsen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir og Karl Martin Samuelsen syngja.
Klokkan eitt í nátt fer Faustix at undirhalda við elektroniskum tónleiki á Vágsbø.
Í kvøld spæla eisini Kim Hansen, Finnur Koba, Son of Fortune og Danny Baldursson.
Skráin hósdag:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald