Innanlands

Stolin bilur funnin aftur

Ein svartur Volvo, sum varð stolin sunnunáttina, varð seinnapartin í gjár funnin á einum parkeringsplássi í Havn

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-12-28 10:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnunáttina fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur varð stolin.

Talan var um ein svartan Volvo V40, sum hevði staðið í miðbýnum í Havn.

Løgreglan sóknaðist í hesum sambandi eftir upplýsingum, sum kundu hjálpa teimum at finna bilin, og seinnapartin í gjár varð hann so funnin aftur.

Tað var um klokkan hálvgum trý, at ein persónur boðaði løgregluni frá, at bilurin stóð parkeraður á einum parkeringsplássi í Havn.

Løgreglan sigur við Portalin, at tey enn ikki vita, hvussu bilurin varð stolin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder