Uttanlands

Støðan er álvarslig – bisparnir eru kallaðir heim – NRK sendir beinleiðis

Sí leinki til NRK her.

Harald kongur (Mynd: Fredrik Varfjell/AFP/Ritzau Scanpix)

Harald kongur (Mynd: Fredrik Varfjell/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-27 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað ræður eitt slag av undantaksstøðu í Noregi, nú óttast verður fyri, at Harald kongur liggur til tað síðsta á ríkissjúkrahúsinum í Oslo.

Allir bisparnir í norsku kirkjuni, sum eru staddir á ferð í Rom, eru nú kallaðir heim. Ferðin er avbrotin og restin av skránni er avlýst, so bisparnir kunnu koma heim sum skjótast, skrivar Vårt Land.

Eisini formaðurin í stórtinginum, stórtingsforseti, sum heitið hansara er, hevur verið noyddur at bróta uttanlandsferð av. Masud Gharahkhani hevur verið í Íslandi á vitjan, men hann hevur eisini avlýst restina av ferðaskránni fyri at vera heima í Oslo eftir tíðindi um vánaligu heilsustøðuna hjá kongi, skrivar VG.

Og øll kongsfamiljan er nú eisini samlað á ríkissjúkrahúsinum fyri at vera hjá 89 ára gamla Harald kongi.

Tey eru:

  • Krúnprinsaparið – Haakon krúnprinsur (sonur Harald kong) og Mette-Marit prinsessu
  • 89 ára gamla Sonja drotning
  • Børnini hjá krúnprinsaparinum, 20 ára gamli Sverre Magnus og 22 ára gamla Ingrid Alexandra
  • Sonur Mette-Marit, 29 ára gamli Marius Borg Høiby
  • Stórasysti kongs, 94 ára gamla Astrid prinsessa.

NRK hevur beinleiðis sending í sambandi við álvarsligu støðuna hjá kongi. Sendingin sæst her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder