2026-04-29 12:36
Mikudagur er aftur, og tað merkir eisini, at Stjórnin - Politikkur á Skák er á skránni.
Hetta eftir tíðindini klokkan 17 á FM1. Tað vil siga, at sendingin við royndu politikkarunum byrjar umleið klokkan 17.15.
Málið um bótina hjá Bakkafrost og atgerðirnar hjá fútanum, Michael Boolsen, verður á breddanum.
Eisini taka teir uppskotið um MVG-frítøku av olju og bensini upp, umframt at hugt verður uppá støðuna úti í heimi.
Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen og Jóannes Eidesgaard vitja vælupplagdir rásarúmið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald