Mentan

Steintóra Erhardsdóttir í Gamla Seglhúsinum

Hon er fødd og uppvaksin í Vági, útbúgvin gudfrøðingur av lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Yale University, og virkar sum sóknarprestur, og á Norðoyastevnu hevur hon listaframsýning í Gamla Seglhúsinum

2024-05-25 16:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á Norðoyastevnu sýnir Steintóra Erhardsdóttir (1991) fram í Gamla Seglhúsinum.

Hon er fødd og uppvaksin í Vági, útbúgvin gudfrøðingur av lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Yale University, og virkar sum sóknarprestur í Havn og í Nólsoy.

Steintóra hevur altíð teknað og málað, og var hon eisini leingi í iva, um hon skuldi velja eina listarliga útbúgving á íslendska listaháskúlanum. Gudfrøðin vann, men hon er tó hildin fram við at mála.

Hon arbeiðir oftast við tekningum og prentum, herundir plakatum og linoleum. Abstraktu myndirnar hjá Steintóru eru meira kenslur og estetikkur enn nakað annað. Í konkretu myndunum dámar hon væl at blanda samfelagskritik, tabu, humor og alvor: og aloftast er jú nakað av alvor í humor, skrivar Gamla Seglhúsið í tíðindaskrivi.

[object Object]

Fernisering verður sunnudagin 2. juni klokkan 15. Umframt lættari ábit kemur Rani Nolsøe at syrgja fyri tónleikinum. Møguleiki verður eisini at heilsa uppá listakvinnuna.

Framsýningin hongur uppi fram til hálvan juni, og kann hon vitjast yrkadagar millum klokkan 14 og 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder