Innanlands

Steinbjørn O. Jacobsen heldur flaggdagsrøðuna í Vágstúni

Flaggdagshaldið í Klaksvík sunnudagin byrjar við skrúðgongu kokkan 15 úr Klaksvíksgarðinum

2021-04-23 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin 25. apríl klokkan 15.00 verður gingið skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstun.

Har fer Steinbjørn O. Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri, at halda flaggdagsrøðu. 

Klaksvíkar Hornorkestur og skótaliðini í Klaksvík boða frá, at nøkur løg verða spæld, og síðani og verður Flaggsangurin sungin sum felagssangur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder