Innanlands

Steðgaðu allari tilmelding til kvøldskúlan

Gjaldsveitarin hevði avbjóðingar, og tí var avgerð tikin um at útseta tilmeldingina nakrar dagar

(Skíggjamynd: Kvoldskulin.fo)

(Skíggjamynd: Kvoldskulin.fo)

2020-09-07 22:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var í kvøld klokkan 18, at tilmeldingin til væl umtókta kvøldskúlan í Tórshavnar kommunu skuldi byrjað. Men vegna tekniskt brek er tilmeldingin útsett í nakrar dagar, boðar høvuðsstaðarkommunan frá.

Gjaldsveitarin hjá Kvøldskúlanum hevði avbjóðingar við Mastercard, tá ið fólk skuldu rinda fyri skeiðini ígjøgnum skipanina í kvøld. Hini gjaldskortini riggaðu fínt.

Fyri at eingin skuldi fáa nakran framíhjárætt, varð avgerð tikin um at steðga allari tilmelding og útseta hana nakrar dagar, til brekið er rættað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder