Uttanlands

Starvsfólk á skrivstovunum hjá Google og Facebook skulu lata seg koppseta

Í fyrsta umfari verður hetta bert galdandi fyri starvsfólk á skrivstovunum í USA

Ein skrivstova hjá Google í Beijing (Mynd: EPA)

Ein skrivstova hjá Google í Beijing (Mynd: EPA)

2021-07-29 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú krevur Google, at øll starvsfólk, sum koma aftur til arbeiðis á skrivstovum teirra eftir at hava arbeitt heima seinastu mánaðirnar undir koronafarsóttini, skulu verða koppsett fyri koronu. Eisini Facebook fer at krevja, at øll starvsfólk teirra í USA eru koppsett, áðrenn tey sleppa innaftur á skrivstovuna.

Hesar fráboðanir koma, nú smittutølini í USA eru farin at vaksa aftur í nærum øllum statum orsakað av Delta-frábrigdinum. Tey hægstu smittutølini finnast í nógvum av teimum statunum, har talið á koppsettum er lágt, skrivar Ritzau.

Sundar Pichai, forstjóri hjá Google sigur, at koppsetingarkravið verður sett í verk í USA komandi vikurnar, og komandi mánaðirnar verður kravið víðkað til eisini at umfara starvsfólk aðrastaðni.

Google hevði ætlanir um at fáa øll starvsfólkini, sum seinastu tíðina hava arbeitt heimanifrá, aftur á skrivstovuna miðskeiðis í september, men í staðin verður nú miðað eftir at fáa øll aftur til arbeiðis miðskeiðis í oktober.

Fleiri av starvsfólkunum hjá Google, sum amerikanski miðilin NBC hevur tosað við, siga seg fegnast um avgerðina hjá Pichai.

Hjá Facebook verður eisini sagt, at øll, sum arbeiða á skrivstovum teirra í USA, nú tær verða latnar uppaftur, skulu lata seg koppseta. Lagt verður tó afturat, at mannagongdir verða gjørdar fyri tey, sum av heilsufakligum orsøkum ikki kunnu fáa koppsetingina.

Facebook fer eisini at meta um, hvussu tey skulu gera á skrivstovum teirra uttanfyri USA, skrivar CNBC.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder