Innanlands

Starvsfólk á koronadeildini verður tað fyrsta

Tey fyrstu 100 fáa prikið klokkan 13

Tá vaksinan kom á Landsapotekið í gjárkvøldið (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Tá vaksinan kom á Landsapotekið í gjárkvøldið (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-12-30 09:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nøvn eru sett á tey fyrstu 100 sum fáa koppseting móti covid-19 klokkan 13 í dag. Vaksinan kom við flogfari til Føroyar í gjárkvøldið, og verður í dag flutt út á tey trý sjúkrahúsini, har fyrstu koppsetingarnar verða.

Í fyrsta umfari eru tað heilsustarvsfólk, sum fáa møguleikan at verða koppsett, og allar fyrsta starvsfólkið verður eitt á koronadeildini.

- Vit hava hugsað tað, at tað skulu ikki vera politikarar ella vit sum hava skrivstovuarbeiði. Tað skulu vera tey, sum hava stríðst nú í eitt hálvt ár í koronatilbúgvingini. Tí verður tað ein frá koronatilbúgvingini, sum verður fyrst, segði Tummas í Garði, varasjúkrahússtjóri, í Degi og viku í gjárkvøldið.

Hendan sendingin av koppseting, sum kom í gjárkvøldið var við 975 skamtum, og næsta sending kemur í viku 2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder