2026-04-25 17:40
Í morgin klokkan 14 verður stórt hátíðarhald í Oyndarfirði í sambandi við, at nýggj standmynd verður avdúkað.
Tað er listakvinnan Lív Ejdesgaard, sum hevur evnað standmyndina, ið kallast Vónarinnar Ljós.
Standmyndin er til øll, sum hava mist og er ein møguleiki at steðga á eina løtu og leggja merki til, hvussu ljósið eisini vinnur á sorgini, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.
Umframt avdúkingina, verða røður og tónleikur á skránni. Eisini verður bjóða suppa, kaka og drekkamuður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald