Innanlands

Staðarnøvn er á Selatrað eru nú skrásett

Í fýra ár hava, Símun Mittún, Max C. Weihe og Kári Jacobsen fingist við hetta. Seinni í summar verður túrur fyriskipaðir við teimum á Selatrað - staðarnøvnini síggjast á sjovar.kort.fo.

Mynd: sjovar.fo

Mynd: sjovar.fo

2025-04-30 21:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fýra ár hava teir trýggir, Símun Mittún, Max C. Weihe og Kári Jacobsen fingist við at skráseta staðarnøvn á almenna kortið hjá Sjóvar kommunu.

Andreas Weihe á Selatrað (1867-1946), var bæði bóndi, politikari og rithøvundur. Hann hevur í bókini "Tjóðminni" skrivað upp yvir 500 staðarnøvn á Selatrað.

Tað eru mest hesi nøvnini teir trýggir hava siti við og skrásett, tikið myndir og lagt søgur afturat. Eisini hava Kári, Max og Símun skrásett ymist nýggjari.



Teir vóru til ein kaffifund á kommunuskrivstovuni í gjár fyri formliga at avhenda arbeiðið til kommununa. Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri, handaði teimum hvør sína gávukurv sum tøkk fyri stríðið.

- Vit fegnast stórliga yvir, at fólk sjálvboðin taka stig til at skráseta nøvn, søgur og sagnir í okkara kommunu, so hetta kann verða varðveitt.




Myndir: sjovar.fo

Staðarnøvnini síggjast á sjovar.kort.fo.

Har skal man seta flugubein í staðarnøvn og "suma" inn. Við at trýsta á reyðu punktini við hvørt staðarnavn, ber til at síggja áhugaverdar frágreiðingar og møguligar myndir í ”vedhæftede filer”.

Mynd: sjovar.fo

Kommunan fer seinni í summar at skipa fyri einum túri á Selatrað, har teir fara at greiða frá, skrivar sjovar.fo at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder