Uttanlands

ST-lond vilja hava palestinskan stat uttan Hamas

Í felags yvirlýsing, sum varð samtykt av einum meiriluta av ST-limalondunum, fordøma tey eisini álopið hjá Hamas 7. oktober 2023

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-09-13 11:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin tók ein meiriluti á ST-aðalfundinum undir við at seta ein palestinskan stat uttan Hamas á stovn.

142 lond samtyktu eina yvirlýsing, sum hevur sum mál, at ein tveystatsloysn við einum palestinskum stati skal gerast veruleiki - tó uttan leiðslu av Hamas.

10 lond - harímillum Ísrael og USA - atkvøddu ímóti. 12 lond atkvøddu ikki, skrivar Ritzau.

Yvirlýsingin fordømir eisini álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023 og heitir á Hamas um at lata seg avvápna. Í yvirlýsingini verður eisini kravt, at Hamas skal lata allar gíslar leysar, sum eru eftir í Gaza.

Yvirlýsingin varð fyrstu ferð løgd fram fyri ST-limalondunum í juli. Hon varð løgd fram av Fraklandi og Saudiarabia.

Ísrael hevur fleiri ferðir funnist at ST fyri ikki at fordøma álopið hjá Hamas, men nú hevur ein meiriluti av ST-londunum gjørt greitt, at tey taka frástøðu frá álopinum 7. oktober 2023.

Umleið ein triðingur av teimum 193 limalondunum í ST viðurkenna Palestina sum ein stat, hóast tað eru ymiskar leiðslur í palestinsku økjunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder