
Tað er nú formliga staðfest hungursneyð í pørtum av Gazageiranum, og hungursneyðin væntast at spjaða seg til fleiri øki komandi mánaðin, sigur eftirlitseindin IPC, sum er stuðlað av ST sambært Reuters.
IPC - Integrated Food Security Phase Classification - er ein altjóða eftirlitsskipan, sum verður brúkt til at hava eftirlit við matvørutroti.
Tað er í Gaza býi og í økjum kring býin, at hungursneyð er staðfest. Síðst í september væntast hungursneyð eisini at verða staðfest í býunum Deir al-Balah og Khan Younis.
Mett verður, at 514.000 fólk í løtuni eru rakt av hungursneyð. Tað er ein fjórðingur av fólkinum í Gazageinarum.
IPC hevur áður ávarað um ógvusligt mattrot í Gaza, men higartil hevur ikki verið møguligt at staðfesta, at talan var um veruliga hungursneyð orsakað av vantandi upplýsingum.
Fyri at staðfesta hungursneyð í einum øki skal í minsta lagi 20 prosent av fólkinum vera rakt av ógvusligum mattroti, í minsta lagi 30 prosent av børnunum skulu vera rakt av bráðfeingis megurð, og hvønn dag skulu í minsta lagi tvey fólk fyri hvørji 10.000 fólk doyggja í hungri.
Tað hevur verið stórt mattrot í Gaza síðan mars, tá Ísrael lat mørkini aftur fyri allar lastbilar neyðhjálp. Tveir mánaðir seinni varð partvíst latið uppaftur, men boðað hevur kortini verið frá, at nøgdin av mati, sum er sloppin inn, hevur verið langtfrá nóg mikið til at nøkta tørvinum.
Ísraelska uttanríkismálaráðið tekur ikki undir við niðurstøðuni hjá IPC um, at tað er hungursneyð í Gaza. Uttanríkismálaráðið sigur m.a., at fleiri enn 100.000 lastbilar við neyðhjálp er koyrt inn í Gaza, síðan kríggið byrjaði fyri nærum tveimum árum síðani, og at nøgdin av neyðhjálp, sum er komin inn seinastu vikurnar hevur elvt til eina munandi prísløkking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald