placeholder
Uttanlands

Spreinging á týskari kemiverksmiðju

Enn er óvist hví vanlukkan hendi – fimm eru saknað og nógv særd

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-27 11:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimm persónar eru saknaðir, og eitt ókent tal hava fingið skaða eftir eina ógvusliga spreinging í kemiverksmiðjuni Bayer AG í týska býnum Leverkusen.

Tað upplýsir týska løgreglan á Twitter.

- Tamarhald er ikki á støðuni í Leverkusen-Wiesdorf. Vit eru til staðar við nógvum fólkum og royna at fáa greiði á støðuni. Fleiri eru særd, skrivaði løgreglan.

Fleiri vegir eru stongdir og myndugleikarnir heita á fólk, um at geva pláss fyri neyðsendarakførum.

Enn er óvist, hvør orsøkin er til spreingingina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder