Uttanlands

Spiltur luktur at donskum jóladøgurða

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar móti at spiltur jólamatur møguliga er seldur í Føroyum

2018-12-24 12:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska fyritøkan Geia Food A/ kallar nú aftur eitt partí av feskari dunnubringu. Fyritøkan hevur staðfest, at øðrvísi ella ringur deymur stendur at vøruni. Hetta kann vera orsøk til at vøran er spilt og ikki egnað til at eta, boðar danska Fødevarestyrelsen frá.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í dag sent boðini út í Føroyum eisini, tí vøran ”møguliga er seld í Føroyum”, verður sagt.

Talan er um eina vøru, sum eitur ”Fersk Frilands Oscar andebryststeg”, 1500 g. Framleiðsludagarnir eru 12., 13., 14. og 15. desember. við strikukotuni 5701012125396 sum eru seld í Bilka og Føtex handlum.

”Fersk frilands andebryststeg” framleidd somu dagar við strikukotuni 5706911008511, sum er seld í Netto-handlum.

Og ”Fersk Frilands Grønnemark andebryststeg” 1400 g frá 13. og 15. desember. Strikukoda 5706911014833, sum er seld í Kvickly, Super Brugsen, Brugsen, Dagli’ Brugsen, Irma og Coop.dk.

Um vøran luktar øðrvísi ella spilt er hon ikki egnað til mannaføði. Fødevarestyrelsen mælir til at beina vøruna burtur ella bera hana aftur til handlarnar har hon er keypt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder