Innanlands

Spenningur undan valinum í Grønlandi

Enn er stóri spurningurin hvør stendur á odda fyri flokkin Siumut

Frá formansorðaskiftinum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Frá formansorðaskiftinum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2021-04-06 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag er landstingsval í Grønlandi, og undan valinum er spenningur og nógvir ósvaraðir spurningar. Serliga um hvør gerst formaður í komandi landsstýrinum.

Bert tveir av teimum sjey flokkunum, sum stilla upp, vildu undir formansorðaskiftinum í gjár siga greitt, hvønn tey ynskja til formann fyri landsstýrið eftir valið.

Tað skrivar grønlendska kringvarpið KNR, sum sendi formansorðaskiftið í gjárkvøldið.

Hvørki Nalerak, Samarbejdspartiet, Nunatta Qitornai, Demokraatit ella Siumut vildu peika á ein komandi formann.

Erik Jensen, sum er formaður fyri størsta flokkin í Grønlandi í løtuni, Siumut, var stuttorðaður um hendan spurningin.

- Fólk hava eina ábyrgd. Í Siumut er tað formaðurin, ið tekur ábyrgdina.

Gátuføra svarið skyldast, at tað er ógreitt hvør verður formaður í Siumut eftir valið í dag.

Stjórnarleiðarin Kim Kielsen varð vrakaður av flokkinum í november, og ístaðin varð Erik Jensen valdur til formann.

Men Kim Kielsen hevur kortini verið sitandi sum landsstýrisformaður. Báðir stilla upp á valinum í dag, og ógreitt er framvegis hvør kemur at sita við borðendan, tá politisku samráðingarnar byrja eftir at valúrslitið er greitt.

Kim Kielsen segði undan formansorðaskiftinum í gjár, at hann ikki kundi vísa aftur, at hann aftur fór at royna at gerast formaður fyri flokkin, um hann fær fleiri persónligar atkvøður enn Erik Jensen á valinum.

Einastu flokkarnar, sum undir formansorðaskiftinum peikaðu á eitt navn at skipa landsstýri, vóru Mute B. Egede, formaður fyri Inuit Ataqatigiit og Aqqalu Jeremiassen, formaður fyri Atassut.

Báðir peikaðu teir á seg sjálvar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder