Innanlands

Sparið uppá vatnið

Vága kommuna heitir á fólk um at spara

2018-07-31 13:16 Author image
Ari av Rana

Lítið av regni hevur verið seinastu tíðina, og hetta er nú farið at merkjast í Vága kommunu.

Kommunan heitir nú á borgarar sínar um at spara vatnið. Orsøkin er, at brunnarnir eru um at verða tómir.

Nakað av regni er í dag í Vágunum, og veðurfrásøgnin sigur eisini frá regni í morgin.

placeholder
placeholder