Uttanlands

Spanska stjórnin náðar katalanskar politikarar

Spanska stjórnin hevur náðað níggju politikarar, sum í 2019 fingu millum níggju og 13 ára fongsulsrevsing fyri fólkaatkvøðuna um fullveldi í 2017

Her síggjast sjey av teimum níggju politikarunum, eftir at teir vórðu leyslatnir í dag (Mynd: EPA)

Her síggjast sjey av teimum níggju politikarunum, eftir at teir vórðu leyslatnir í dag (Mynd: EPA)

2021-06-23 16:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Spanska stjórnin hevur nú náðað níggju katalanskar politikarar, sum fyri tveimum árum síðani vórðu dømdir millum níggju og 13 ára fongsulsrevsing av spanska hægstarættinum fyri fólkaatkvøðuna um katalanskt fullveldi í 2017.

Mánadagin boðaði spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez frá, at hann ætlaði at náða teir níggju politikararnar, og týsdagin varð hendan ætlanin formliga samtykt av stjórnini.

Afturat teimum níggju vóru tríggir aðrir politkarar dømdir fyri ólýdni, men teir fingu tó ikki nakra fongsulsrevsing.

Spanski forsætisráðharrin lýsir avgerðina sum ein máti at vísa vælvild og eitt stig á leiðini móti at gera ein enda á stríðnum millum Katalonia og restini av Spania.

Ein av katalansku politikarunum, sum nú er náðaður, er fyrrverandi katalanski uttanríkismálaráðharrin, Raul Romeva, sum í 2019 varð dømdur 12 ára fongsulsrevsing. Hann undirstrikar, sambært Ritzau, at Katalonia framvegis fer at stríðast fyri fullveldi.

Pedro Sánchez stendur á odda fyri spanska sosialistaflokkinum (PSOE), og fleiri konservativir politikarar vilja vera við, at forsætisráðharrin hevur náðað politikararnar fyri at varðveita valdið í Spania. Minnilutastjórnin hjá Sánchez er nevniliga partvíst bundin av katalanskum loysingarfólkum fyri at kunna fáa nakað ígjøgnum spanska tingið.

Meiningakanningar hava víst, at meirilutin av spanska fólkinum er ímóti at náða dømdu poltikararnar, og tað hevur mann eisini sæð á gøtunum í Spania, har túsundatals fólk hava verið úti og mótmælt ætlanini hjá stjórnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder