Spælitraktorur elvdi til at leiting varð sett í verk

Leitingin var tó skjótt avblást aftur

(Tilvildarlig mynd av barni við spælitraktori)

(Tilvildarlig mynd av barni við spælitraktori)

2025-05-18 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá einum persóni í Klaksvík, ið var óttafullur yvir at hava sæð ein lítlan plastikktraktor standa við ein bryggjukant í Klaksvík, meðan lastin til traktorin fleyt á sjónum.

Viðkomandi bar ótta fyri, at eitt barn eisini kundi vera dottið á sjógv.

Løgreglan sendi fólk út at leita og kanna umstøðurnar, men rættiliga skjótt eftir, varð leitingin avblást, tá tað varð funnið fram til, at spælitraktorurin hevði rikist í økinum har um leiðir í fleiri dagar.

- Tá vit fáa slíkar fráboðarnir vilja vit heldur binda um heilan fingur, og tryggja okkum, áðrenn slíkt verður avblást aftur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder